• Heim
  • Um Akstovuna
  • Akfarsskráseting
  • Sýn
  • Koyrikort
  • Lógarsavn
  • Slóðir
  • Kunningar
  • Hent at vita
Lurta

Minnist til vetrardekkini 1. desember

20-11-2014


Vinnumálaráðið lýsti seinasta vetur nýggjar reglur um nýtslu av dekkum í vetrarhálvuni.


Størsta broytingin er, at forboð verður sett fyri at nýta summardekk í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl, uttan so, at akfarinum er tryggjað nóg gott vegtak, tá hálka er, við at akfarið er skøtt við ketum á hjólunum á trekkakslinum.

Í hesum tíðarskeiði, kunnu vetrardekk ella píkadekk nýtast í staðin.

Í praksis merkir hetta, at krav er sett um, at bilurin skal vera skøddur við vetrardekkum, sum eru merkt við “M+S”, “MS”. M&S”, “M-S” ella “Mud and Snow”, og sum hava eina mynsturdýpd, sum í minsta lagi er 3 mm, um koyrt verður í hálku í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl.

Loyvt er framvegis at nýta píkadekk í tíðarskeiðinum frá 16. oktober til 30. apríl.

Tað er framvegis loyvt at koyra við summardekkum í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl, teir dagar tá hálka ikki er.

Mett verður, at ein kravd nýtsla av vetrardekkum í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl, vil minka um talið á álvarsligum ferðsluvanlukkum og er sostatt við til at økja um ferðslutrygdina.

Kunngerðin kann lesast á www.kunngerdaportalur.fo ella við at trýsta á leinkjuna her.


Aftur

Akstovan


Hoyvíksvegur 57
Postsmoga 3206
FO-110 Tórshavn

Tel. +298 35 04 00
Fax +298 35 04 01
akstovan@akstovan.fo

Ring til okkara


Nú ber til at ringja beinleiðis til tær ymsu deildirnar á Akstovuni á hesi telefonnummur:

Vegskattadeildin og bókhaldið 350410
Koyrikortdeildin 350420
Akfaradeildin 350430
Sýnsdeildin 350440
Onnur ørindi 350450

Avgreiðslutíðir


Mánadag til hósdag: kl. 09.00 til 15.30
Fríggjadag: kl. 08.30 til 14.00

Telefonavgreiðslan:
Mán til frí: kl. 10.00 til 14.00

Fylg við


Melda teg til at fáa tíðindi frá Akstovuni:

Navn

Kravt

Teldupostur

KravtÓgildigt