• Heim
  • Um Akstovuna
  • Akfarsskráseting
  • Sýn
  • Koyrikort
  • Lógarsavn
  • Slóðir
  • Kunningar
  • Hent at vita
Lurta

Broytingar í ferðslulógini 1. oktober

10-09-2009


LÓGARBROYTING: Reglurnar um rúsdrekkakoyring verða herdar 1. oktober. Markið fyri rúsdrekkakoyring verður lægri og revsingin verður harðari. Strangari krøv verða sett til trygdarútgerðina til børn í bilum og hægri bøtur verða fyri brot á lógina.

 

Samanlagt 41 broytingar í ferðslulógini koma í gildi 1. oktober. Tað snýr seg um alt frá allýsing av traktorum og strangari reglum um rúsdrekkakoyring til neyvari krøv um trygdarútgerð til børn og hægri bøtur fyri brot á ferðslulógina. Alt hetta fyri at økja um trygdina hjá teimum ferðandi á vegunum - bæði hjá børnum og vaksnum.

 
 

Høvuðsbroytingarnar:


Talan er um 8 høvuðsbroytingar, sum taka støði í null-hugsjónini og ferðslutrygdarætlanini frá 2007:

  • Nullmark fyri tilvitsávirkandi evnum ella rúsevnum

  • Alkoholstyrkin í útandingarluft sum prógv í rúsdrekkamálum og víðkaðar heimildir hjá løgregluni

  • Rúsdrekkamarkið lækkar til 0,20 promillu

  • Markið millum promillu- og rúsdrekkakoyring er strikað - alt omanfyri 0,20 promillu er rúsdrekkakoyring

  • Krav um skeið í rúsdrekka og ferðslu (R/F - skeið)

  • Herdar reglur fyri frádøming og revsing í rúsdrekkamálum

  • Herdar reglur um trygdarútgerð og forboð móti ferðafólki í last- ella vørurúmi

  • Hækkan av sektum 

Fá meiri at vita um lógarátakið móti rúsdrekkakoyring her
Fá meiri at vita um lógarátakið móti trygdarútgerð í bilum, fallhjálmar og hægri bøtur her

 

Innlendismálaráðið, Akstovan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Landsverk og Politiið.


Aftur

Akstovan


Hoyvíksvegur 57
Postsmoga 3206
FO-110 Tórshavn

Tel. +298 35 04 00
Fax +298 35 04 01
akstovan@akstovan.fo

Ring til okkara


Nú ber til at ringja beinleiðis til tær ymsu deildirnar á Akstovuni á hesi telefonnummur:

Vegskattadeildin og bókhaldið 350410
Koyrikortdeildin 350420
Akfaradeildin 350430
Sýnsdeildin 350440
Onnur ørindi 350450

Avgreiðslutíðir


Mánadag til hósdag: kl. 09.00 til 15.30
Fríggjadag: kl. 08.30 til 14.00

Telefonavgreiðslan:
Mán til frí: kl. 10.00 til 14.00

Fylg við


Melda teg til at fáa tíðindi frá Akstovuni:

Navn

Kravt

Teldupostur

KravtÓgildigt