Stórur persónbilur (bussur)

Bólkur D (stórur persónbilur) gevur rætt til at koyra:

  • Persónbil við meira enn 8 sessum umframt førarasessin, ella hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 3.500 kg.
  • Vognrað, sett saman av einum stórum persónbili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 750 kg.
  • Liðabuss.
  • Koyrikort til bólk D kann verða latið persóni, íð hevur fylt 21 ár.
  • Koyrikort til bólk D kann bert verða latið førarum, ið hava tikið koyrikort til bólk B
  • Koyrikort til bólk D verður útgivið við gildi í 5 ár og kann hereftir endurnýggjast 5. hvørt ár við eini læknaváttan.


Umsøkjarin skal bæði til eina ástøðis og verkliga roynd.

 

Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:

Umsókn um koyrikort
Væltroffin passmynd. (hattleys)
Dóps- ella navnabræv.
Læknaváttan. ( ikki eldri enn 3 mánaðir)
Gjalda kr: 650.