• Heim
  • Um Akstovuna
  • Akfarsskráseting
  • Sýn
  • Koyrikort
  • Lógarsavn
  • Slóðir
  • Burturmist
  • Endurnýggjan
  • Endurtøka
  • Eftiransandi koyriroynd
  • Koyriforboð
  • Umbýti
  • Koyrilærarar
  • Lesiætlanir
  • Myrkakoyring
  • Fyrstahjálp
  • Gjøld
Lurta


Er persónurin frádømdur koyrirættin treytaleyst, kann viðkomandi tá ið frádømingartíðin er umliðin, fáa rættindini aftur, um viðkomandi stendur eina eftiransandi koyriroynd. Viðkomandi skal upp bæði til eina ástøðis og verkliga roynd. Ein kann fara upp til ástøðisroynd 3 mánaðir áðrenn og til verkliga roynd 1 mánað áðrenn frádømingartíðin er úti.

 

 

Eru 3 ár ella meira liðin síðan koyrirætturin varð frádømdur, skal umsøkjarin koma við einari læknaváttan, sum ikki er eldri enn 3 mánaðir.

Hevði umsøkjarin koyrkort til fleiri koyrikortsbólkar, og 3 ár ella meira eru liðin síðan koyrirætturin varð frádømdur, skal hann til koyriroynd (ástøðis og verkliga roynd) í øllum bólkum, um endurtøka ynskist í øllum bólkum.

 

 

Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:

  • Umsókn um endurtøku av koyrirættinum 
  • Væltroffin passmynd. (hattleys)
  • Dóps- ella navnabræv.
  • Læknaváttan. (ikki eldri enn 3 mðr.)
  • Gjald fyri ástøðis og verkligaroynd kr. 550,-
  • Gjald fyri útgávu av koyrikorti kr. 250,-

 

 

Hevur koyrirætturin verið frádømdur treytaleyst vegna rúsdrekkakoyring, skal viðkomandi, áðrenn endurtøka kann fara fram, hava fingð RF - skeið (rúsdrekka- og ferðsluskeið). R/F-skeiðið hevur 4 undirvísingareindir á 2 1/2 tíma spjatt yvir í minsta lagi 4 vikur. Møtiskylda er til allar undirvísingareindirnar. Eftiransandi koyriroyndin skal verða staðin í seinasta lagi eitt ár eftir lokið RF - skeið.

 

Akstovan


Hoyvíksvegur 57
Postsmoga 3206
FO-110 Tórshavn

Tel. +298 35 04 00
Fax +298 35 04 01
akstovan@akstovan.fo

Ring til okkara


Nú ber til at ringja beinleiðis til tær ymsu deildirnar á Akstovuni á hesi telefonnummur:

Vegskattadeildin og bókhaldið 350410
Koyrikortdeildin 350420
Akfaradeildin 350430
Sýnsdeildin 350440
Onnur ørindi 350450

Avgreiðslutíðir


Mánadag til hósdag: kl. 09.00 til 15.30
Fríggjadag: kl. 08.30 til 14.00

Telefonavgreiðslan:
Mán til frí: kl. 10.00 til 14.00

Fylg við


Melda teg til at fáa tíðindi frá Akstovuni:

Navn

Kravt

Teldupostur

KravtÓgildigt