Tilmelding av gomlum akførum

Um akfar verður tilmeldað aftur, skal tað, um sýnið er eldri enn hálvt ár, sýnast av nýggjum aftur. Eisini skal vektgjald vera goldið og trygging teknað, áðrenn tað kann fáa nummarspjøldur. Um akfarið hevur skift eigara skal eisini váttan frá fyrrvernadi eigara fyriliggja. Prutl, ellisakfør og neyðsendaraakfør eru tó frítikin fyri at gjalda vektgjald.

 

Skráseting av prutli eldri enn 2003

Tann 1. november 2002 varð kunngerð nr. 83 frá 22. oktober 2002, um broyting í kunngerð um skráseting av motorakførum, sett í gildi í Føroyum.

Høvuðsendamálið við broytingini, var at prutl, eins og øll onnur motorakfør nýtt til fólkafluting, skuldu verða skrásett og hava nummarspjøldur.

Ásett var í kunngerðini, at prutl, sum vóru tikin í nýtslu, áðrenn kunngerðin kom í gildi, skuldu verða skrásett og hava fingið nummarspjaldur áðrenn tann 1. oktober 2003.

Í kunngerð um skráseting av motorakførum er ásett í § 14 at øll skrásetingarskyldug akfør, ið ikki áður hava verið skrásett her á landi, skulu til skoðanar og góðkenningar, og síðan fráboðast til skrásetingar, áðrenn akfarið verður tikið í nýtslu.

Hetta merkir í stuttum, at prutl frá áðrenn 1. november 2003, og sum ikki vórðu skrásett áðrenn ásettu tíðarfreistina, skulu eins og øll onnur skrásetingarskyldug akfør, lata inn neyðugu skjølini, ið krevjast til skráseting av motorakfari, um tað ikki fyriliggur haldgóð prógv fyri, at akfarið hevur verið í landinum, áðrenn ásettu freistina.

Um eigari av prutli kann leggja fram haldgóð prógv fyri at prutlið hevur verið tikið í nýtslu og verið í Føroyum áðrenn tíðarfreistin til skráseting var farin – eitt nú við at vísa eina kvittan fyri goldna trygging, har prutlið kann eyðmerkast, váttan frá tryggingingarfelagið at prutlið hevur verið tryggja har, keypskvittan ella annað haldgott prógv fyri at prutlið var í landinum áðrenn ásettu freistina – verður prutlið skrásett í mun til reglurnar um skráseting av motorakfarið sum frammanundan hevur verið skrásett í Føroyum.

Váttan frá politinum um at prutlið ikki er eftirlýst í Føroyum, er ikki haldgott prógv fyri at prutlið var í Føroyum áðrenn 1. oktober 2003.

Betri Trygging (fyrr Tryggingarfelagið Føroyar) hevur verið til hjálpar at finna fram skjalprógv fyri tryggingar, men dátugrunnurin hjá tryggingarfelagnum er ikki til meira, so upplýsingar kunnu ikki fáast hendan vegin longur.

Í øðrum lagið skal fyriliggja tollkvittan,  keypsfaktura, meginfloksgóðkenning, floksgóðkenning ella góðkenningarváttan.

Um prutlið er keypt frá øðrum persóni í Føroyum og prutlið hevur verið skrásett her, skal fyriliggja váttan um eigaraskifti.

Prutlið skal sýnast áðrenn tað kann skrásetast og galdandi trygging skal fyriliggja, áðrenn nummarspjøldur verða útflýggjaði.