Frámelding

Tá ið akfar verður frámeldað, verða nummarspjaldur/-spjøldrini latin inn til Akstovuna. Verða nummarspjaldur/-spjøldrini søgd at vera horvin, skal váttan um burturmist nummarspjaldur/-spjøldur undirskrivast av eigara og latast Akstovuni. Koma tey seinni aftur í aftur skulu tey beinanvegin latast Akstovuni.
Akstovan boðar tryggingarfelagnum frá at akfarið er frámeldað.