21.06.2007

Broytingar í ferðslulógini

1. juli 2007 verður ferðslulógin broytt. Broytingarnar eru í høvuðsheitum, at forboð verður sett móti lítlum breytmotorsúkklum (pocektbikes), at revsingin fyri at koyra við yvirvekt við tungum akfari verður herd, og at trygdarreglurnar fyri koyring við

 

 

1. juli 2007 verður ferðslulógin broytt. Broytingarnar eru í høvuðsheitum, at forboð
verður sett móti lítlum breytmotorsúkklum (pocektbikes), at revsingin fyri at koyra við
yvirvekt við tungum akfari verður herd, og at trygdarreglurnar fyri koyring við
motorsúkklu verða herdar.

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur í hesum sambandi:
“Talan er um málrættaðar broytingar í ferðslulógini fyri at bøta um nakrar trupulleikar,
sum partarnir, ið varða av ferðslutrygdini, hava víst á sum vandamiklar. Tær
broytingarnar, sum nú koma í gildi, eru fyrsti partur av einari røð av broytingum, sum
vóru samtyktar í Løgtinginum fyrr í ár, og vónandi fara hesar broytingar tilsamans at føra
til eina munandi bøtta ferðslutrygd í Føroyum. Stigaskipanin og royndarkoyrikort til
ungar bilførarar verður sett í gildi, tá umsitingarligi parturin er klárur, og væntandi verður
hetta um ársskiftið.”
 
 

Pocketbikes


Ein lítil breytmotorsúkkla (pocketbike) er eitt slag av leiku til børn ella vaksin at spæla
sær við, sum ikki eru ætlaðar at koma út í ferðsluna yvirhøvur. Súkklurnar líkjast
veruligum motorsúkklum, eru bara nógv minni, og kunnu koyra við rættiliga nógvari ferð.

Frá 1. juli 2007 verður forboðið at innflyta, selja ella keypa hesar súkklur, og verða hesar
reglurnar brotnar, kann súkklan inndragast (konfiskerast).

Súkklur, sum longu eru í landinum, verða ikki ólógligar, men um koyrt verður á vegunum,
ella um tær verða keyptar ella seldar, kunnu tær eisini inndragast.

 

 


Yvirvekt við tungum akfari


Revsingin fyri koyring við yvirvekt við akfari yvir 3.500 kg verður eisini herd. Bøturnar
fyri yvirvekt verða fimmfaldaðar, so tær nú eru meira á hædd við bøturnar í
grannalondunum. Harafturat verður koyrikortið frádømt treytað, um koyrt verður við
einari yvirvekt, sum er meira enn 30% yvir mest loyvdu heildarvekt á akfarinum.

 

 

 

Trygdarreglur fyri koyring við motorsúkklu


Hesar broytingar snúgva seg serliga um børn á motorsúkklu. Higartil hevur einki
aldursmark verið fyri, hvussu gomul børn kunnu vera tá tey ferðast á motorsúkklu, men
hetta verður nú broytt. Frá 1. juli skulu børn verða fylt 8 ár, um tey skulu ferðast á
motorsúkklu, og tey skulu vera í fastspentum fallhjálmi.

Harumframt koma nýggjar reglur í gildi, sum merkja, at tað ikki mugu ferðast fleiri
persónar á einari motorsúkklu ella í síðuvogni hennara, enn akfarið er ætlað til.

Øll tíðindi