LÓGARBROYTING: Reglurnar um rúsdrekkakoyring verða herdar 1. oktober. Markið fyri rúsdrekkakoyring verður lægri og revsingin verður harðari. Strangari krøv verða sett til trygdarútgerðina til børn í bilum og hægri bøtur verða fyri brot á lógina.
Samanlagt 41 broytingar í ferðslulógini koma í gildi 1. oktober. Tað snýr seg um alt frá allýsing av traktorum og strangari reglum um rúsdrekkakoyring til neyvari krøv um trygdarútgerð til børn og hægri bøtur fyri brot á ferðslulógina. Alt hetta fyri at økja um trygdina hjá teimum ferðandi á vegunum - bæði hjá børnum og vaksnum.
Høvuðsbroytingarnar:
Talan er um 8 høvuðsbroytingar, sum taka støði í null-hugsjónini og ferðslutrygdarætlanini frá 2007:
Nullmark fyri tilvitsávirkandi evnum ella rúsevnum
Alkoholstyrkin í útandingarluft sum prógv í rúsdrekkamálum og víðkaðar heimildir hjá løgregluni
Rúsdrekkamarkið lækkar til 0,20 promillu
Markið millum promillu- og rúsdrekkakoyring er strikað - alt omanfyri 0,20 promillu er rúsdrekkakoyring
Krav um skeið í rúsdrekka og ferðslu (R/F - skeið)
Herdar reglur fyri frádøming og revsing í rúsdrekkamálum
Herdar reglur um trygdarútgerð og forboð móti ferðafólki í last- ella vørurúmi
Hækkan av sektum
Innlendismálaráðið, Akstovan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Landsverk og Politiið.