07-11-2016

EURO 4 umhvørvisnormur í sambandi við skráseting av nýggjum motorsúkklum

Frá 1. januar 2017 skulu allar nýggjar motorsúkklur, ið skulu skrásetast í Føroyum, lúka EURO 4 umhvørvisnormin fyri motorsúkklur. Nýggjar motorsúkklur, ið einans lúka EURO 3 umhvørvisnormin, kunnu bert skrásetast eftir henda dato um tær hava fingið undantaksloyvi (dispensatión) frá Akstovuni innan 1. januar 2017 ella standa á dispensatiónsyvirlitinum hjá Færdselsstyrelsen í Danmark. Undantaksloyvið er galdandi til 1. januar 2018.

Øll tíðindi