01-08-2016

EURO 6 umhvørvisnormur í sambandi við skráseting av nýggjum vørubilum.

Eftir tann 31. august 2016 skulu allir nýggir vørubilar, ið skulu skrásetast í Føroyum, lúka EURO 6 umhvørvisnormin.

Nýggir bilar, ið einans lúka EURO 5+ normin, kunnu bert skrásetast eftir henda dato um teir hava fingið undantaksloyvi (dispensatión) frá Færdselsstyrelsen ella Akstovuni innan 1. september 2016.

Øll tíðindi