Herd krøv til útlát av útstoytsgassum.
Tann 1. oktober 2006 skulu allir nýggjir dieselriknir bussar og lastvognar (yvir 3.500 kg), ið verða skrásettir, lúka Euro 4 normin fyri útlát av útstoytsgassum.
Tann 1. januar 2007 skulu allir bensinriknir smábussar og allir vørubilar (við tænastuvekt yvir 1280 kg), ið verða skrásettir, eisini lúka Euro 4 normin.
Fyri arðar bilar kom Euro 4 í gildi pr. 1. januar 2006.
Meira kann lesast á heimasíðuni hjá danska Ferðslustýrinum www.fstyr.dk (Vejledn. om syn af køretøjer, 7.06.001).
Niðanfyri standandi diagram vísir loyvdu markvirðini fyri útlát av NOx og PM (partiklar) fyri dieselmotorar. (kelda: www.volvo.com)