Eftiransandi koyriroynd

Er persónurin frádømdur koyrirættin treytað, skal viðkomandi innan eina tíðarfreist (3 mánaðir), sum verður ásett av Akstovuni, til eina eftiransandi koyriroynd. Koyrirætturin verður tikin, um viðkomandi ikki stendur royndina ella letur verða við at fara til roynd. Ein eftiransandi koyriroynd er sett saman av eini ástøðiligari og eini verkligari koyriroynd.

 

Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:

  • Umsókn har umsøkjarin váttar á umsókina.
  • Væltroffin passmynd. (hattleys)
  • Gjalda kr: 550.



Koyrikortið skal havast við, tá komið veður til roynd og latast Akstovuni áðrenn royndina.

 

Hevur koyrirætturin verið frádømdur treytaleyst vegna rúsdrekkakoyring, skal viðkomandi, áðrenn endurtøka kann fara fram, hava fingð RF - skeið (rúsdrekka- og ferðsluskeið). R/F-skeiðið hevur 4 undirvísingareindir á 2 1/2 tíma spjatt yvir í minsta lagi 4 vikur. Møtiskylda er til allar undirvísingareindirnar. Eftiransandi koyriroyndin skal verða staðin í seinasta lagi eitt ár eftir lokið RF - skeið.