Endurtøka

Er persónurin frádømdur koyrirættin treytaleyst, kann viðkomandi tá ið frádømingartíðin er umliðin, fáa rættindini aftur, um viðkomandi stendur eina eftiransandi koyriroynd. Viðkomandi skal upp bæði til eina ástøðis og verkliga roynd. Ein kann fara upp til ástøðisroynd 3 mánaðir áðrenn og til verkliga roynd 1 mánað áðrenn frádømingartíðin er úti.

 

Eru 3 ár ella meira liðin síðan koyrirætturin varð frádømdur, skal umsøkjarin koma við einari læknaváttan, sum ikki er eldri enn 3 mánaðir.

Hevði umsøkjarin koyrkort til fleiri koyrikortsbólkar, og 3 ár ella meira eru liðin síðan koyrirætturin varð frádømdur, skal hann til koyriroynd (ástøðis og verkliga roynd) í øllum bólkum, um endurtøka ynskist í øllum bólkum
 

Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:

  • Umsókn um endurtøku av koyrirættinum 
  • Væltroffin passmynd. (hattleys)
  • Dóps- ella navnabræv.
  • Læknaváttan. (ikki eldri enn 3 mðr.)
  • Gjald fyri ástøðis og verkligaroynd kr. 550,-
  • Gjald fyri útgávu av koyrikorti kr. 250,-
     

Hevur koyrirætturin verið frádømdur treytaleyst vegna rúsdrekkakoyring, skal viðkomandi, áðrenn endurtøka kann fara fram, hava fingð RF - skeið (rúsdrekka- og ferðsluskeið). R/F-skeiðið hevur 4 undirvísingareindir á 2 1/2 tíma spjatt yvir í minsta lagi 4 vikur. Møtiskylda er til allar undirvísingareindirnar. Eftiransandi koyriroyndin skal verða staðin í seinasta lagi eitt ár eftir lokið RF - skeið.