Vanligur bilur til vinnuligan fólkaflutning (Bv)

Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning gevur rætt til at koyra vanligan bil (Bv), við tí ætlan at koyra vinnuligan fólkaflutning. Umsøkjarin ella í hansara stað koyrilærarin, verður kunnaður um at biðið verður um revsiváttan frá fútanum og at umsøkjarin ikki sleppur til ástøðis og verkliga roynd, fyrrenn revsiváttan fyriliggur og er viðgjørd av Akstovuni.

Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning er galdandi í mesta lagi 5 ár frá degnum tað er givið.

 

Koyrikort til Bv verður latið einum persóni sum er 21 ár og javnan í minst 1 ár í seinasta 3 ára skeiðnum hevur koyrt bil. Vinnuligi bilurin kann í mesta í lagi hava 9 sessir íroknað førarasessin og við eini loyvdari totalvekt ikki yvir 3.500 kg. 

 

Umsøkjarin skal bæði til eina ástøðis og verkliga koyriroynd.

 

Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:

  • Umsókn um koyrikort.
  • Væltroffin passmynd. (hattleys)
  • Dóps- ella navnabræv.
  • Læknaváttan. ( ikki eldri enn 3 mánaðir)
  • Fyrstuhjálparprógv
  • Gjald fyri ástøðis og verkliga roynd kr. 550,-
  • Gjald fyri útgávu av koyrikorti kr. 250,-