Lastbilur

Bólkur C (lastbilur) gevur rætt til at koyra:

  • Lastbil, hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 3.500 kg.
  • Vognrað, sett saman av einum lastbili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 750 kg.
  • Motorriknan bulvogn.
  • Persónbil við í mesta lagi 8 setrum, umframt førarasetrið og hvørs loyvda heildavekt er meiri enn 3.500 kg.
  • Koyrikort til bólk C kann verða latið persóni, íð hevur fylt 18 ár
  • Koyrikort til bólk C kann bert verða latið førarum, íð hava tikið koyrikort til bólk B.
  • Koyrikort til bólk C verður útgivið við gildi í 5 ár og kann hereftir endurnýggjast 5. hvørt ár við eini læknaváttan.


Umsøkjarin skal bæði til eina ástøðis og verkliga roynd.

 

Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:

  • Umsókn um koyrikort. 
  • Væltroffin passmynd. (hattleys)
  • Dóps- ella navnabræv.
  • Læknaváttan. ( ikki eldri enn 3 mánaðir)
  • Gjald fyri ástøðis og verkliga roynd kr. 650,-
  • Gjald fyri útgávu av koyrikorti kr. 250,-