Stórt viðfestisakfar:

Bólkur E (stórt viðfestisakfar) gevur rætt til at koyra:

  • Vognrað, sett saman av einum vanligum bili og einum viðfestisakfari, sum ikki er fevnt av ásetingunum fyri bólk B (bólkur B/E).
  • Vognrað, sett saman av einum lastbili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 750 kg (bólkur C/E).
  • Vognrað, sett saman av einum stórum persónbili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 750 kg (bólkur D/E).
  • Koyrikort til bólk B/E gevur bert rætt til at koyra stórt viðfestisakfar í sambandi við vanligan bil (bólkur B).
  • Koyrikort til bólk C/E og D/E gevur harafturat rætt til koyra stórt viðfestisakfar í sambandi við vanligan bil (bólkur B).
  • Koyrikort til bólk C/E gevur harafturat rætt til at koyra akfør, ið eru umfatað av bólki D/E, tá handhavin hevur fingið koyrikort til bólk D. Koyrikort til bólk C/E gevur umframt rætt til at koyra lastbil við íkoplaðum bulvogni.
  • Koyrikort til bólk B/E og bólk C/E kann verða latið persóni, ið hevur fylt 18 ár og hava tikið koyrikort til bólk B, ávikavíst bólk C.
  • Koyrikort til bólk D/E kann verða latið persóni, ið hevur fylt 21 ár og hevur koyrikort til bólk D.
  • Koyrikort til bólk C/E og bólk D/E verður útgivið við gildi til førarin hevur fylt 50 ár og kann hereftir endurnýggjast 5. hvørt ár við eini læknaváttan. 
     

Umsøkjarin skal bæði til eina ástøðis og verkliga roynd, tó bert verkliga roynd til bólk B/E.

 

Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:

  • Umsókn um koyrikort
  • Væltroffin passmynd (hattleys)
  • Dóps- ella navnabræv.
  • Læknaváttan. ( ikki eldri enn 3 mánaðir)
  • Gjald fyri ástøðis og verkliga roynd kr. 650,- tó kr. 250,- fyri bólk B/E
  • Gjald fyri útgávu av koyrikorti kr. 250,-