24.11.2005

Nýggj koyrikortkunngerð

Fyrsta januar 2006 kemur nýggj koyrikortkunngerð í gildi í Føroyum.

 

Lýsing av kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru

 

Heimild

Kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru hevur heimild í § 10, stk. 1, § 18, §§ 18b-c, § 19, § 19a, § 21, § 58a, stk. 5, § 64 og § 64l í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 17. mai 2005.

 

Tilgongd og bagrund

Í samband við, at umfatandi broytingar í ferðslulógini komu í gildi 1. juli 2000, setti Vinnumálaráðið fólk at arbeiða við gerð av eini nýggjari koyrikortkunngerð. Gomlu kunngerðirnar eru frá 1966 og 1968 og eru ótíðarhóskandi og liva heldur ikki upp til krøvini um góðan fyrisitingarligan sið.

 

Samandráttur av kunngerðini

Kunngerðin tekur støðu í donsku koyrikortkunngerðini. Ferðslulógin líkist rættiliga nógv donsku lógini og flestallir koyrilærarar eru útbúnir í Danmark og arbeiða eftir donskum leisti.

Í mun til verandi koyrikortkunngerð, skilmarkar kunngerðin neyvt fyrisitingarligar reglur og mannagongdir á økinum, eins og krøvini til koyrilærara og heimildirnar hjá eftirlitsmyndugleikanum eru greiðari. Kunngerðin setur í gildi donsku frálæru-ætlanirnar fyri hvønn koyrikortsbólkin sær.

 

Talan er í høvuðsheitum um hesar broytingar:

  • Heilsukrøvini samsvarandi fylgiskjali 2, hava støði í ES direktivi 9¼39/EØF, sum øll ES-lond og EØS-lond hava sett í gildi. Krøvini til vinnuførarar verða herd og lastbilaførarar skulu vera undir regluligum læknaeftirliti 5. hvørt ár, eftir 50 ára aldur.
  • Longdin á koyrifrálæruni er ásett, sum eitt minsta tímatal fyri hvønn koyrikort-bólkin sær. Hetta fyri at tryggja eina minimumsdygd í frálæruni.
  • Lesiætlan verður gjørd fyri hvønn næming við áseting av høvuðsmálum og lutmálum, samsvarandi frálæruætlanini, eins og skjalprógv verður veitt fyri, at frálæran er framd samsvarandi ásetingunum.
  • Byrjandi koyrifrálæra fer fram á girdum venjingarøki. Í gildiskomuni fáa koyrilærarar 1 ár til at fáa hóskandi gird øki tøk. Hugsanin er, at henda skipan kann verða ein undanfari til koyritekniskt annlegg.
  • Landavegskoyring og endalig koyrifrálæra skal fara fram í meginøkinum og høvuðsstaðarøkinum.
  • Í tíðarskeiðnum 1. apríl til 30. september ber ikki til at fremja myrkakoyring (ljósa tíðin av árinum). Næmingur sum tekur koyrikort í hesum tíðarbili, fær koyrikort útgivið við gildistíð til 31. desember sama ár, og skal sjálvur syrgja fyri, at skjalprógva frálæru í myrkakoyring, áðrenn koyrikort kann verða útgivið við gildi til 70 ára aldur.
  • Næmingur, sum á fyrsta sinni tekur koyrikort til motorsúkklu, kann ikki fáa koyrikort til stóra motorsúkklu (meira enn 34 hk) fyrr enn hann hevur fylt 21 ár.
  • Fyrisitingarligu reglurnar um koyrikort í sambandi við treytaða og treytaleysa frádøming verða neyvari og greiðari. Er talan um treytaleysa frádøming vegna rúsdrekkakoyring, skal umsøkjari hava fingið koyrifrálæru av nýggjum, áðrenn farið kann verða til roynd.
  • Ástøðiligu royndirnar verða gjørdar av nýggjum og myndir verða nýttar til at lýsa eina støðumynd. Fyrimunurin er, at allir næmingar, sum eru til roynd samstundis, fáa somu ástøðisroynd og eru sostatt stillaðir eins.

Kunngerðin kemur í gildi 1. januar 2006, meiri kann lesast á www.logir.fo

Øll tíðindi