10-04-2019

483 mál um plátumiss latin løgregluni

Akstovan hevur 10.04.2019 latið politistøðunum kring landið 483 mál um vegskattaeftirstøður, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár 2019.

Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.

Øll tíðindi