Broytingar

Tá ið broytingar verða gjørdar í útbúnaði á akfari, ella akfarið skiftir til aðra nýtslu enn ta, sum tað er skrásett til, skal Akstovan hava fráboðan, áðrenn akfarið verður tikið í nýtslu.
 

Broytingar á akfari


Eigarin (nýtarin) hevur skyldu at boðað Akstovuni frá, áðrenn akfarið verður tikið í nýtslu, eftir at broytingar eru gjørdar í útbúnaðinum á akfarinum.

  1. Tá ið bygnaðarbroytingar verða gjørdar í stýrisgøgnum, bremsum ella berandi bygnaði,
  2. Tá ið íkoplingarútbúnaður verður ásettur ella broyttur, eitt nú til síðuvogn hjá tvíhjólaðari motorsúkklu, ella viðfestivogn til akfar,
  3. Við skifti til gass sum drívmegi,
  4. Um eginvektin verður broytt meira enn 50 kg,
  5. Um akfarið annars skiftir til aðra drívmegi enn ta, sum tað er góðkent til við skráseting.


Broytt nýtsla


Skiftir akfar til aðra nýtslu enn ta, sum tað er skrásett til, skal Akstovan hava fráboðan um hetta frammanundan. Farið má ikki verða yvir til aðra nýtslu, fyrr enn boðað er til broytta skráseting.
Akfarið skal skoðast og góðkennast, áðrenn boðað verður frá broyttari skráseting í hesum førum:
 

Tá ið akfar, ið higartil hevur verið skrásett til last- ella vørukoyring, skal verða skrásett til persónkoyring, ella
tá ið akfar, ið higartil hevur verið skrásett at nýta til persónkoyring, skal verða skrásett til last- ella vørukoyring
tá ið ynskt verður, at akfar skal nýtast til:

  • vinnuligan persónflutning
  • at leiga út uttan førara,
  • venjingarkoyring,
  • sleip, ella
  • neyðsendarkoyring.
     

 

Áðrenn skráseting til aðra nýtslu verður avgreidd, skal akfarsskráin ansa eftir, at ábyrgdartrygging til ta broyttu nýtsluna er teknað og komin í gildi.