Burturbeining

Um tú hevur ætlanir at burturbeina eitt akfar, skal hetta gerast við at lata inn akfarið til KB ella IRF.

Eigarin kann fáa endurgoldið sín part av burturbeiningargjaldinum, við at flýggja inn frámeldingarváttan til brennistøðina saman við akfarinum.

Frámeldingarváttanin verður bert latin, um so er, at nummarspjøldrini eru latin Akstovuni. Frámeldinagarváttanin kann bert flýggjast seinast skrásetta eigara.

Tað ber til at geva øðrum persóni fulltrú, at avgreiða síni viðurskifti við Akstovuna. Ein fulltrú, skal innihalda navn, bústað, føðingardag telefonnummar og teldupost á persóninum sum letur fulltrú og navn, bústað, føðingardag, telefonnummar og teldupost á persóninum sum hevur fingið fulltrúina. Aftrat skal ein greið lýsing fyriliggja, hvussu leingi fulltrúin er galdandi og hvør fulltrú er givin, í hesum føri, at fulltrú er givin til at frámelda akfarið.

Hóast fólk eru vígd, krevur tað fulltrú, at avgreiða viðurskifti vegna makan.

Tá ið akfør verða burturbeind fær akfaraskráin boð um hetta frá KB og IRF, og verður tað skrásett í skránni sum burturbeint.