Flytandi

Í Føroyum

 

Tá ið tann, sum eigur (nýtir) skrásett akfar, skiftir bústað, uppihald ella vinnustað, skal akfaraskráin hava skrivlig boð um tað so skjótt sum til ber og ikki seinni enn 14 dagar eftir flytanina.

Er eigari (nýtari) burtur bráfengis og ikki meira enn 5 mánaðir, er óneyðugt at boða frá flyting.


Uttanlands

 

Fer eigari (nýtari) av skrásettum akfari av landinum og flytur frá bústaði sínum her, skal hann so skjótt sum til ber og ikki seinni enn 14 dagar eftir flytanina, boðað akfaraskránni frá bústaðarbroytingini.

Akfaraskráin kann í serligum føri geva loyvi til, at akfarið framhaldandi er undir føroyskari skráseting, treytað av, at reglurnar í komulandinum loyva hesum og treytað av, at
 

  • lógarkravda ábyrgdartryggingin er í lagi
  • vektgjaldið verður goldið sum vanligt
  • bústaðarbroytingar verða fráboðaðar akfaraskránni
  • lógarkravd sýn eru framd.


Mælt verður til, at søkt verður um loyvi áðrenn fráferð og at somuleiðis verður søkt um loyvi í komulandinum áðrenn fráferð.