Tá ið nýtt akfar verður skrásett, skal fráboðan til sýn og/ella skráseting útfyllast. Akfarið skal sýnast og góðkennast og gjalda fyri nummarspjøldur, skrásetingargjald, vektgjald, skrásetingarsýn og hava teknað trygging, áðrenn tað kann fáa nummarspjøldur. Prutl gjalda ikki vektgjald og skrásetingargjald.
Akfar kann bert skrásetast, um eigarin (nýtarin), sum nevndur er og hevur undirskrivað fráboðan til sýn, hevur fastan bústað her á landi.