Við gildi frá 1. juni 2008, samtykti løgtingið løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 24. februar 2021.
Lýsing - § 1 og § 2
Motorakfør, sum eru skrásetingarskyldug eftir ferðslulógini, tó undantikið prutl, skulu gjalda eitt skrásetingargjald, ið er eitt virðisgjald.
Avgjaldsskylduga virðið er CIF-virðið á motorakfarinum, við allari tí útgerð motorakfarið hevur, tá tað stendur í føroyskari havn.
Virðisavgjaldið verður goldið í landskassan, tá motorakfarið verður skrásett.
Er CIF-virðið uppgivið í útlendskum gjaldoyra, verður gjaldoyrakursurin brúktur, sum er galdandi á skrásetingardegnum við umrokning av CIF-virðinum á motorakfarinum o.ø.
CO2-avgjald - § 8 og § 9
Skrásetingarskyldug motorakfør gjalda eitt CO2-avgjald í landskassan, tá motorakfarið verður skrásett. CO2-avgjaldið verður ásett eftir, hvussu nógv gramm av CO2 kemur úr motorakfarinum fyri hvønn kilometur (g/km).
CO2-avgjaldssatsirnir eru hesir:
NEDC CO2- (g/km) |
NEDC CO2-avgjald (kr/g) |
WLTP CO2- (g/km |
WLTP CO2-avgjald (kr/g) |
Til og við 120 |
20,- |
Til og við 140 |
15,- |
Yvir 120, men í mesta lagi 140 |
200,- |
Yvir 140, men í mesta lagi 250 |
200,- |
Yvir 140, men í mesta lagi 180 |
300,- |
Yvir 250 |
350,- |
Yvir 180 |
400,- |
|
|
CO2-avgjaldssatsir fyri vørubilar við heildarvekt á 2.700 kg og yvir
WLTP CO2-útlát (g/km) | WLTP CO2-avgjald (kr./g) |
Avgjaldssatsur pr. gramm | 80,- |
Er CO2-útlátið ikki upplýst fyri motorakfarið, skal motorakfarið gjalda 25% eyka í virðisgjaldi oman á virðisgjaldið fyri persónbilar (M1) sbrt. § 3 og vørubilar (N1) sbrt. § 4, stk. 1. Hetta er tó ikki galdandi, um motorakfarið rindar umhvørvisgjald.
Undantikin CO2-avgjaldi eru:
1) Motorsúkklur, sbrt. § 9, stk. 1, nr. 1
2) Neyðsendarakfør og líkvognar undir 3.500 kg, sbrt. § 9, stk. 1, nr. 2
3) Lastbilar við heildarvekt yvir 3.500 kg (N2 og N3), sbrt. § 9, stk. 1, nr. 3
4) Bussar við heildarvekt yvir 5.000 kg (M3), sbrt. § 9, stk. 1,
nr. 4
5) Ellisakfør, sum eru yvir 25 ár og hava sama skap sum upprunaakfarið, sbrt. § 32, stk. 1, nr. 4
Lastbilar við heildarvekt yvir 3.500 kg (N2 og N3), bussar við heildarvekt yvir 5.000 kg (M3) og vøruvognar (N1), sum ikki hava CO2-útlátið upplýst, gjalda eitt umhvørvisavgjald, ásett eftir euronorminum sum útrokningargrundarlagi.
Umhvørvisavgjaldið verður roknað við hesum satsum:
Euronormur |
Umhvørvisgjald (kr./kW) |
Euro VI |
20,00 |
Euro V |
30,00 |
Euro IV |
70,00 |
Euro III |
450,00 |
Euro II |
700,00 |
Euro I |
900,00 |
Er eingin euronormur upplýstur fyri motorakfarið, verður umhvørvisavgjaldssatsurin til euronorm I nýttur sum útrokningargrundarlag til umhvørvisavgjaldið.
Burturbeiningargjald - § 11 og § 15
Burturbeiningargjald fyri øll motorakfør, undantikið motorsúkklur, er 5.000 kr. og skal gjaldast, tá motorakfarið verður skrásett.
Skjalprógv - § 22
Bilasøla, innflytari ella eigari hava skyldu at lata Akstovuni skjøl og upplýsingar, ið eru neyðugir fyri at fáa motorakfarið skrásett.
Bilasøla, innflytari ella eigari, ið letur eitt innflutt, brúkt motorakfar skráseta, hevur skyldu at útvega Akstovuni skjalprógv fyri upprunavirðinum uppá skrokknummar frá framleiðara ella einum av framleiðaranum góðkendum umboði.
Upprunavirðið skal gerast upp, grundað á listaprís uttan avgjøld.
Lækking av avgjaldsskylduga virðinum - § 2, stk. 4
Fyri innflutt nýggj motorakfør, ið hava verið á goymslu hjá bilasølu her á landi í meira enn eitt ár, verður virðisavgjaldið lækkað 10% fyri hvørt byrja ár, tó ongantíð meira enn 30%.
Meirvirðisgjald (MVG) og GATT-tollur
Umframt avgjøld við skráseting, skulu motorakfør í øllum førum rinda inngangandi MVG til TAKS. Er motorakfarið framleitt uttan fyri ES, skal harafturat rindast GATT-tollur.
Lógin fevnir um
Nýggj motorakfør
1. Persónbilar M1
2. Vørubilar N1
3. Motorsúkklur
4. Hýrubilar og skúlaakfør
5. Neyðsendarakfør og líkvognar
6. Smábussar til vinnuligan fólkaflutning M2
7. Persónbilar M1 og smábussar M2 til ellis- og røktarheim
8. Lastbilar við heildarvekt yvir 3.500 kg N2 og N3
9. Bussar við heildarvekt yvir 5.000 kg M3
10. Tjaldbilar (autocamparar)
11. Elbilar og vetnisbilar
Innflutt brúkt motorakfør
12. Persónbilar M1 – skrásettir uttanlands minni enn 5 ár
13. Persónbilar M1 – skrásettir uttanlands í 5 ár ella longri
14. Motorsúkklur
15. Neyðsendarakfør og líkvognar
16. Smábussar M2 til vinnuligan fólkaflutning
17. Smábussar M2 og persónbilar M1 til ellis- og røktarheim
18. Lastbilar N2 og N3
19. Bussar M3
20. Tjaldbilar (autocamparar)