Sløg av sýni

  • Skrásetingarsýn: Sýn í samband við at eitt akfar skal skrásetast, tað verið seg nýtt ella brúkt akfar.
  • Tíðarvist sýn: Regluligt sýn av skrásettum akførum.
  • § 13 sýn: Verður framt í samstarvi við løgregluna (navnið vísir til §13 í Ferðslulógini).
  • Umsýn: Sýn í samband við at akfarið ikki kann góðkennast í samband við vanligt sýn, og tískil má møta aftur eftir at ábøtur eru gjørdar.

     

Endamál við sýninum

Tá ið eitt akfar skal skrásetast, verður kannað eftir at samleikin, t.v.s. fyrst og fremst skrokknummarið, er í samsvari við tað ið skjølini fyri akfarið siga. Somuleiðis verður kannað um akfarið lýkur galdandi krøv til bygnað (typugóðkenning). Um talan er um eitt brúkt akfar, verður tað eisini kannað fyri slit v.m. Um akfarið verður góðkennt, kann tað skrásetast og fáa nummarspjøldur.

Tá ið talan er um akfør ið eru skrásett, verða hesi boðað til sýn fyri at eftirkanna um tey lúka galdandi krøv til trygd v.m. Hesi krøv eru sambært Landsstýriskunngerð nr.105, frá 1995 og stakfyriskipanir um tilgerð og útgerð hjá akførum frá danska Ferðslumálaráðnum. Stakfyriskipanirnar kunnu síggjast á heimasíðuni hjá danska Ferðslustýrinum, www.trafikstyrelsen.dk.

 

Eigarans ábyrgd

Sambært Ferðslulógini, § 4, er tað eigarin ella hann (brúkarin), sum hevur varandi ræði á akfarinum, ið hevur ábyrgdina av at akfarið er í lógligum standi.

Vit væntað tí at eigarin fær tey brek umvæld beinanvegin sum hann varnast, og sostatt ikki møtir til sýn við einum akfari ið hevur sjónlig brek.
Uppgávan hjá Akstovuni er sostatt at eftirkanna at bilurin er í lógligum standi, og ikki at gera ein "umvælingarlista" til verkstaðið fyri at fáa bilin í lógligan stand.