Um at møta til sýn
Tá ið akfar verður boðað til sýn, hevur eigarin (nýtarin) skyldu at møta til ásettu tíð og á ásetta staði. Um hetta ikki liggur fyri, skal hann í góðari tíð frammanundan, tó í seinasta lagi sama dagin sum akfarið skal møta, biðja um aðra sýnstíð.
Sambært Ferðslulógini § 64 a og b, stk. 3 og § 64 c, stk. 4, er galdandi, at um ikki verður møtt til ásettu skoðan, skal gjald verða goldið, ið er sama upphædd sum árliga gjaldið fyri tíðarvissu skoðanina.
Akfar sum er skrásett sum ikki møtt til sýn, fær síðan sendandi eina áminning við áheitan um at biðja sær nýggja tíð til sýn. Møtir akfarið framvegis ikki til sýn, verður málið latið løgregluni til tøku av nummarspjøldrunum.