Lógargrundarlag

Sambært ferðslulógini §11, so skulu øll akfør vera skrásett áðrenn tey verða tikin í nýtslu.
Sambært Kunngerð nr.34 frá 1983, §2, fer skoðan og skráseting av akførum fram á Akstovuni.
Sambært Kunngerð nr.81, frá 2008, §1, gevur Akstovan eigara (nýtara) av akfari skoðanarboð tá ið akfarið er 4 ára gamalt, og síðani annað hvørt ár (tá ið talan er um vinnuakfør, tó á hvørjum ár
 

Hesi akfarasløg eru skrásetingarskyldug:
 

1. Persónbilar (herundir eisini bussar).
2. Vørubilar
3. Lastbilar.
4. Viðfestir vognar til bilar (herundir kampingvognar)
5. Leguvognar
6. Motorsúkklur
7. Prutl
8. Lendisakfør