05-08-2019

Broytt umhvørviskrøv í sambandi við skráseting av nýggjum persón- og vørubilum eftir 31. august 2019

Tann 1. sept. 2019 koma í gildi nýggj umhvørviskrøv í sambandi við skráseting av persón- og vørubilum.

Eftir henda dato skulu allir nýggir persónbilar lúka Euro 6d-Temp umhvørvisnormin í sambandi við skráseting.

Nýggir vørubilar skulu lúka Euro 6c umhvørvisnormin í sambandi við skráseting.

Tó eru vanligu undantaksreglurnar fyri akfør á goymslu galdandi. Hetta merkir at nýggir persónbilar á goymslu í Føroyum pr. 31.08.2019, og sum eru typugóðkendir sambært Euro 6c, skulu verða skrásettir innan 1. sept. 2020. Tað er tó ein treyt at Akstovan hevur fingið fráboðan um hesar bilar (stellnr.) innan 1. sept. 2019.

Sama er galdandi fyri nýggjar vørubilar á goymslu í Føroyum, sum eru typugóðkendir sambært Euro 6b.

Somuleiðis eru bilar sum eru á dispensatiónsyvirlitinum hjá danska Ferðslustýrinum fevndir av undantaksreglunum.

 

Øll tíðindi