26-06-2019

Er bilurin klárur til summarfrítíðina

Er bilurin klárur til summarfrítíðina

 

Hevur tú ætlanir at fara uttanlands við bilinum í summar, er tað eitt gott hugskot at kanna hesi viðurskifti áðrenn túrin. Bilurin kann væntast at koma undir nakað øðrvísi ávirkan, enn tá ið koyrt verður í Føroyum.

Motoroljan:

Um ein ætlar sær ein longri túr, eitt nú til Suðureuropa, verða lættliga koyrdir 5-6.000 km á eini slíkari ferð, og tí kann tað vera eitt gott hugskot at skifta motoroljuna áðrenn farið verður avstað.
Tað er ikki verri eisini at tryggja sær at nokk av gearolju er á gearkassanum.

Kølari:

Tá ið koyrt verður í suður londum, har hitin ofta kann koma upp ímóti teimum 40 hitastigunum, er umráðandi at kølarin er í lagi. Kannað eftir at nokk av kølivatni er á.
Á eldri bilum kemur ofta fyri at lamellirnar í kølaranum oyðileggjast, soleiðis at kølarin ikki virkar eins væl og hann eigur at gera. Tí eigur hesin at verða kannaður og skiftur út um neyðugt.

Bremsur:

Bremsurnar eiga at verða kannaðar og umvældar um neyðugt.
Tá ið koyrt verður á motorvegi, verður oftast koyrt við nógvari ferð, og tá er umráðandi at bremsiløgurin er ílagi.
Bremsiløgur hevur tann eginleika, at hann upptekur vætu, soleiðis at kókipunktið fellur við aldrinum á bremsiløginum. Um fleiri harðar uppbremsingar verða gjørdar frá høgari ferð innan stutta tíð, kann henda at bremsiløgurin fer at kóka, soleiðis at bremsievnini svíkja.
Bremsiløgurin eigur tí at verða skiftur áðrenn ferðina.

Stýritól:

Kannað bilin fyri róðurslør og umvæl um neyðugt.
Eftirkanna eisini at nokk av olju er servostýringini.

Dekk:

Tað er umráðandi at hava dekkini ílagi.
Kannað dekkmynstur og lufttrýst. (Minnst loyvda mynsturdýpd er 1,6 mm).
Best er eisini at hava summardekk undir bilinum, tá ið hesi hava tað besta vegfesti, bæði í vátum og turrum veðri, og eisini best tola at koyra í heitum veðurlagi.
Minnst til at hava somu dekktypu (t.d. summardekk) á øllum 4 hjólum.

Um koyrt verður uttanlands í køldu árstíðini, er vert at leggja til merkis at í fleiri londum er krav um vetrardekk/heilársdekk (M+S merkt) tá ið hálka er. Fyri slík dekk er minsta loyvda mynsturdýpdin ofta 3,0 mm.

Í eitt nú Týsklandi er als ikki loyvt at koyra við píkadekkum.

Eisini er umráðandi at dekkini hava røttu ferð-flokking, t.v.s. at tey skulu hava somu, ella hægri, ferð-flokking sum bilurin er flokksgóðkendur við. Henda flokking kann lesast á síðuni á dekkinum, t.d. S = max. 180 km/t, T = max. 190 km/t og H = max. 210 km/t.

Um koyrt verður við vetrar-/heilársdekkum, kunnu dekk við lægri ferð-flokking nýtast, um so er at eitt hefti-merki er í bilinum sum vísir føraranum hvat hægst loyvda ferðin hjá dekkunum er. 

El-skipan:

Akkumulator: Kanna eftir at nokk av vatni er á akkumulatorinum (pláturnar skulu vera undir).

Kanna eftir at øll ljósini eru í lagi.

Tað kann eisini vera eitt gott hugskot at skifta perur innan fráferð.

Skjøl:

Minnst til skrásetingarskjal, koyrikort, pass og reytt/grønt tryggingarprógv.

Alko-test:

Frá 1. nov.  2012 hevur verði krav í Fraklandi, at ein nýtiligur alkohol-testari skal vera í øllum bilum ið koyra í landinum, eisini útlendskum.

Umhvørvis-merki: 

Sum víst verður á í øðrum tíðindaskrivi á hesari heimasíðu, er tað eitt krav at allir bilar, ið skulu koyra í ávísum týskum býum, skulu hava eitt serligt umhvørvismerki (Umweltplakette) í forrútinum.

Viðmælt útgerð at hava við:

Ávaringartrýkantur (kravdur í m.a. Týsklandi í samb. við motorsteðg) og trygdarvestur.

1-hjálpskassi.

Eldsløkkjari.

Øll tíðindi