13.03.2006

Færri deyðsvanlukkur á týsku vegunum í 2005

Í einum tíðindaskrivi frá CIECA, sum er ein heimsumfatandi felagsskapur fyri myndugleikar, ið fremja koyriroyndir, verður upplýst, at seinasta ár doyðu 15 fólk hvønn dag í árinum á týsku vegunum.

 

 

Í einum tíðindaskrivi frá CIECA, sum er ein heimsumfatandi felagsskapur fyri myndugleikar, ið fremja koyriroyndir, verður upplýst, at seinasta ár doyðu 15 fólk hvønn dag í árinum á týsku vegunum. Hóast hesi ræðandi tøl, sum eisini fevna um mannalagnir, er gongdin í nøgdini á ferðsluvanlukkum sera jalig. Almennu týsku hagtølini siga, at 5.362 fólk doyðu í ferðsluvanlukkum í 2005. Hetta er eitt fall uppá 480 deyðsvanlukkur, svarandi til eitt fall uppá 8,2% samanborið við 2004.

 

Týska løgreglan skrásetti 2,25 milliónir óhapp. 433.500 fólk komu til skaða í hesum óhappum, svarandi til – 1,5% lægri enn í 2004.

Samanborið við íbúgvaratalið, vóru tað 65 deyðsvanlukkur fyri hvørja millión av fólki.

 

Eysturtýsku sambandsríkini Mecklenburg-Vorpommern, Brandenburg og Sachsen-Anhalt liggja langt omanfyri meðaltalið í Týsklandi. Tølini av ferðsluoffrum í hesum økjum í Týsklandi, eru hóast alt eisini lægri enn áður. Í 1991 vóru tríggjar ferðir so nógv ferðsluoffur sum í 2005.

Øll tíðindi