11-11-2021

Koronatiltøk í samband við teoriroyndir og verkligar koyriroyndir

Eftir vegleiðing frá koronaráðgevingini, verða hesi tiltøk sett í verk fyri at forða fyri smittu:
Galdandi frá 13. november 2021 og so leingi støðan er gul á stigi 2


Teoriroyndir

  • Í mesta lagi 5 næmingar í teorihølinum í Havn og á Drelnesi og 4 næmingar í Klaksvík
  • Næmingar skulu vísa galdandi koronapass ella negativa test, sum er minni enn 72 tímar gomul
  • Næmingar skulu spritta hendur áðrenn tey koma inn í teorihølið
  • Vísa størsta varsemi, reinføri og spritta av millum hvørja teoriroynd

Verkligar koyriroyndir

  • Skúlavognur skal sprittast av áðrenn verkliga koyriroynd
  • Næmingar skulu vísa galdandi koronapass ella negativa test, sum er minni enn 72 tímar gomul
  • Næmingar skulu spritta hendur áðrenn verkliga koyriroynd og møguliga brúkar handskar og brúka andlitsmasku undir verkligu koyriroyndini.
Øll tíðindi