Koyrikortið verður talgilt

Nú kanst tú fáa koyrikortið á telefonina. Skjáttan er spildurnýggj app, sum hýsir tínum koyrikorti og samleikakorti.

Hvat er eitt talgilt koyrikort?

Talgilda koyrikortið er ikki bara ein mynd av koyrikortinum. Kortið er talgilt, sum merkir, at um broytingar koma í kortið, t.d. um tú fært loyvi til motorsúkklu ella lastbil, so verður tað eisini broytt í talgilda koyrikortinum.
 

Lættari og skjótari

Eitt talgilt koyrikort lættir um, tí nú kanst hava koyrikortið á telefonini. Talgilda koyrikortið er ment við tí fyri eyga, at tað skal vera trygt og lætt at brúka. Kortið lýkur somu treytir sum fysiska kortið – men kann tó ikki brúkast, tá ið tú fert at ferðast, so tá mást tú hava fysiska kortið við tær.

Hevur tú onga mynd á koyrikortinum?

Um tú ert ein av teimum fáu, sum ikki hava mynd á koyrikortinum, so kanst tú venda tær til okkara og fáa nýtt koyrikort, sum verður útskrivað eftir somu treytum, sum eru galdandi fyri nýggj koyrikort. Koyrikortið má vera í gildi og skal saman við nýggjari mynd latast inn, tá søkt verður um nýtt koyrikort. Eitt talgilt koyrikort uttan mynd er ikki galdandi. Henda tænasta er ókeypis fram til 31.12.2023.

Um koyrikortið er burturmist, ella tú vilt broyta navn á koyrikortinum, er kostnaðurin fyri eitt nýtt koyrikort 250 kr.

Tak Skjáttuna niður

Tað eru Talgildu Føroyar, ið menna Skjáttuna, sum kann takast niður á
App Store og Google Play Store.