Umbýti av útlendskum koyrikortum

Koyrikort úr EU-londum, Norra og Íslandi

Persónar sum taka bústað her á landi, og sum hava eitt gyldugt koyrikort tikið í einum  ES-landi, Norra, Íslandi ella einum landi, ið eftir avtalu við ES hevur sett í gildi reglurnar í direktivi ráðsins 2006/126/EF, kunnu fáa koyrikort sítt umbýtt til eitt samsvarandi føroyskt koyrikort, uttan at koma til eftiransandi koyriroynd.

 

Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:

  • Útlendska koyrikortið.
  • Neyðugt samleikaprógv.
  • Væltroffin passmynd. (hattleys)
  • Umsókn um koyrikort
  • Gjalda kr: 250.
  • Læknaváttan kann verða kravd í ávísum førum


Treytirnar eru altíð, at útlendska koyrikortið er galdandi.
 

Koyrikort úr londum, sum ikki eru í EU, úr Norra ella Íslandi

Persónar úr øðrum londum, sum ikki eru nevnd omanfyri, skulu til eina eftiransandi koyriroynd (ástøðis og verkliga roynd) á Akstovuni áðrenn koyrikortið kann verða umbýtt. Útlendska koyrikortið gevur rætt til at koyra somu akfør í Føroyum í mesta lagi 180 dagar eftir at treytin um vanligan bústað er lokin.

Tað er ikki neyðugt hjá viðkomandi at verða innstillaður av einum koyriskúla fyri at koma upp til roynd.

 

 
Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:

  • Útlendska koyrkortið 
  • Umsókn um koyrikort.
  • Neyðugt samleikaprógv.
  • Væltroffin passmynd. (hattleys)
  • Læknaváttan. ( ikki eldri enn 3 mánaðir)
  • Gjald fyri ástøðis og verkliga roynd kr. 550,-
  • Gjald fyri útgávu av koyrikorti kr. 250,-


Handhavi av einum koyrikorti, útvegað í Grønlandi tann 1. januar 1995 ella seinni kann bert umbýta hetta við eitt samsvarandi føroyskt koyrikort um so er, at viðkomandi stendur eina eftiransandi koyriroynd. (ástøðis og verkliga roynd)

Er Grønlendska koyrikortið útgivið áðrenn 1. januar 1995, skal viðkomandi ígjøgnum tað somu mannagongd, sum tá ið ein næmingur skal taka koyrikort fyrstuferð.