08-04-2020

Kunning um varisliga víðkan av tænastum

Kunning um varisliga víðkan av tænastum á Akstovuni í sambandi við COVID-19

Bilsýn

Í sambandi við, at tiltøkini ímóti COVID-19 nú spakuliga verða gjørd linari, er ætlanin at tey bilsýn, umsýn og skrásetingarsýn, sum eru avtalaði í vikuni eftir páskir, tvs. frá 14. apríl 2020, verða avgreidd sum ætlað.

Viðskiftafólk verða biðin um, at vísa fyrilit fyri øðrum, við at halda minst 2 metra frástøðu til starvsfólk, at spritta hendur og at bíða á ávístum staði í sýnshøllini til sýnið er liðugt.

 

Kundamóttøkan

Avgreiðslan á Akstovuni verður varisliga latin upp fyri kundamóttøku mikudagin 15. apríl 2020.

Fyribils er avgreiðslan opin frá kl. 10 til kl. 14.

Telefon avgreiðslan er opin frá kl. 10-12 og frá kl. 12:30 til kl. 14.

Viðskiftafólk verða biðin um at:

 

  • Halda minst 2 metra frástøðu
  • Taka eitt nummar og bíða í gongini
  • Spritta hendurnar
  • Í mesta lagi 3 fólk í avgreiðsluni samstundis
  • Rindað við gjaldskorti – ongar myntir ella pengaseðlar verða móttiknir

 

Hvat viðvíkur teoriroyndum og verkligum koyriroyndum verður vent aftur til hetta seinni í vikuni eftir páskir.

Øll tíðindi