13-08-2018

Kunning um WLTP (krøv í sambandi við skráseting av bilum)

Tann 1. sept. 2018 koma í gildi nýggj krøv í sambandi við útlát frá persón- og vørubilum.
Eftir henda dato skulu allir nýggir bilar vera typugóðkendir sambært WLTP-skipanini í sambandi við útlát frá motorinum.
Tá donsku stakfyriskipanirnar eisini eru galdandi í Føroyum, sambært § 59 í útgerðarkunngerðini, eru Føroyar eisini fevndar av broytingunum.

Nýggja skipanin verður innførd í stigum. Í fyrsta umfari skulu allir nýggir persónbilar, sum skulu skrásetast í Føroyum tann 1. sept. 2018 ella seinni, vera typugóðkendir sambært WLTP-skipanini. Nýggir vørubilar koma undir somu krøv tann 1. sept. 2019.

Tó eru vanligu undantaksreglurnar fyri akfør á goymslu galdandi. Hetta merkir at bilar á goymslu pr. 31.08.18, og sum ikki eru typugóðkendir sambært WLTP, skulu verða skrásettir innan 1. sept 2019.
Somuleiðis eru bilar sum eru á dispensatiónsyvirlitinum hjá danska Ferðslustýrinum fevndir av undantaksreglunum.

Meira um hetta kann lesast á
http://www.fstyr.dk/DA/Krav-til-koretojer/Energi-og-miljoegenskaber/Brandstofforbrug-ny-metode.aspx

 

Øll tíðindi