09.11.2005

Nýggj kunngerð um píkadekk

Tann 21. september í ár kom nýggj kunngerð (nr.109) í gildi um nýtslu av píkadekkum.

 

 

Tann 21. september í ár kom nýggj kunngerð (nr.109) í gildi um nýtslu av píkadekkum.

Høvuðsbroytingarnar í mun til gomlu kunngerðina eru hesar:

Eftir 1. mars 2006 verður bert loyvt at marknarføra píkadekk, ið lúka nýggju krøvini til stødd v.m. á píkum.
Eftir 16. oktober 2007 verður bert loyvt at nýta píkadekk, ið lúka nýggju krøvini til stødd v.m. á píkum.
Frá 16.oktober í ár má talið av píkum á hvørjum dekki ikki víkja meiri enn 25 % í mun til tað hjólið, ið hevur flest píkar.
Meira kann lesast um hetta á www.logir.fo

Øll tíðindi