Avgreið tíni viðurskifti á vanganum

Vangin ger tað lættari at hava samband við Akstovuna. Í sjálvgreiðsluni kanst tú síggja alt um tíni akfør, broyta tíðir til sýn, síggja yvirlit yvir plátumiss og nógv annað.

Síggj hvat er skrásett

Á Vanganum hevur tú eitt yvirlit yvir skrásetingarskjøl, sýnseðlar, koyrikort og plátumiss.

Samstundis fært tú eina sjálvgreiðslu, so um okkurt skal broytast ella manglar, kanst tú avgreiða tað beinleiðis á Vanganum ella gera vart við tað.

 

Sýn

Fráboðan um sýn: Á Vanganum fært tú fráboðanir um sýn, og tíðina finnur tú eisini aftur á tínum kalendara.

Broyt tíðina: Fært tú ikki komið til sýn ásetta dagin, kanst tú broyta tíðina beinleiðis á Vanganum.

Hvat er Vangin

Vangin er nýggj tænasta frá Talgildu Føroyum, har talgildar tænastur hjá almennum stovnum so sum Akstovuni eru savnaðar. Vangin ger tað lættari, skjótari og tryggari hjá tær at avgreiða tíni viðurskifti.

Fyri at rita inn, skalt tú hava Samleikan hjá tær.

Hvussu fái eg Samleikan?