Skrásetingargjøld

Við gildi frá 1. juni 2008, samtykti løgtingið løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 18. desember 2015.


Lýsing - § 1 og § 2

Motorakfør, sum eru skrásetingarskyldug eftir ferðslulógini, tó undantikið prutl, skulu gjalda eitt skrásetingargjald, ið er eitt virðisgjald.
Avgjaldsskylduga virðið er CIF-virðið á motorakfarinum, við allari tí útgerð motorakfarið hevur, tá tað stendur í føroyskari havn.
Virðisavgjaldið verður goldið í landskassan, tá motorakfarið verður skrásett.

Er CIF-virðið uppgivið í útlendskum gjaldoyra, verður gjaldoyrakursurin brúktur, sum er galdandi á skrásetingardegnum við umrokning av CIF-virðinum á motorakfarinum o.ø.

 

CO2-avgjald - § 8 og § 9

Skrásetingarskyldug motorakfør gjalda eitt CO2-avgjald í landskassan, tá motorakfarið verður skrásett. CO2-avgjaldið verður ásett eftir, hvussu nógv gramm av CO2 kemur úr motorakfarinum fyri hvønn kilometur (g/km).
CO2-avgjaldssatsirnir eru hesir:

 

 

CO2-útlát (g/km)

CO2-avgjald (kr/g)

Til og við 120

20,-

Yvir 120, men í mesta lagi 140

200,-

Yvir 140, men í mesta lagi 180

300,-

Yvir 180

400,-

 

Er CO2-útlátið ikki upplýst fyri motorakfarið, skal motorakfarið gjalda 25% eyka í virðisgjaldi oman á virðisgjaldið fyri persónbilar (M1) sbrt. § 3 og vørubilar (N1) sbrt. § 4, stk. 1. Hetta er tó ikki galdandi, um motorakfarið rindar umhvørvisgjald.

 

Undantikin CO2-avgjaldi eru:

1) Motorsúkklur, sbrt. § 9, stk. 1, nr. 1

2) Neyðsendarakfør og líkvognar undir 3.500 kg, sbrt. § 9, stk. 1, nr. 2

3) Lastbilar við heildarvekt yvir 3.500 kg (N2 og N3), sbrt. § 9, stk. 1, nr. 3

4) Bussar við heildarvekt yvir 5.000 kg (M3), sbrt. § 9, stk. 1,

nr. 4

5) Ellisakfør, sum eru yvir 25 ár og hava sama skap sum upprunaakfarið, sbrt. § 32, stk. 1, nr. 4

 

Umhvørvisavgjøld - § 10

Lastbilar við heildarvekt yvir 3.500 kg (N2 og N3), bussar við heildarvekt yvir 5.000 kg (M3) og vøruvognar (N1), sum ikki hava CO2-útlátið upplýst, gjalda eitt umhvørvisavgjald, ásett eftir euronorminum sum útrokningargrundarlagi.

Umhvørvisavgjaldið verður roknað við hesum satsum:

Euronormur

Umhvørvisgjald (kr./kW)

Euro VI

20,00

Euro V

30,00

Euro IV

70,00

Euro III

450,00

Euro II

700,00

Euro I

900,00

 

Er eingin euronormur upplýstur fyri motorakfarið, verður umhvørvisavgjaldssatsurin til euronorm I nýttur sum útrokningargrundarlag til umhvørvisavgjaldið.

 

Burturbeiningargjald - § 11 og § 15

Burturbeiningargjald fyri øll motorakfør, undantikið motorsúkklur, er 5.000 kr. og skal gjaldast, tá motorakfarið verður skrásett.

 
 

Skjalprógv - § 22

Bilasøla, innflytari ella eigari hava skyldu at lata Akstovuni skjøl og upplýsingar, ið eru neyðugir fyri at fáa motorakfarið skrásett.
Bilasøla, innflytari ella eigari, ið letur eitt innflutt, brúkt motorakfar skráseta, hevur skyldu at útvega Akstovuni skjalprógv fyri upprunavirðinum uppá skrokknummar frá framleiðara ella einum av framleiðaranum góðkendum umboði.
Upprunavirðið skal gerast upp, grundað á listaprís uttan avgjøld.

 
 

Lækking av avgjaldsskylduga virðinum - § 2, stk. 4

Fyri innflutt nýggj motorakfør, ið hava verið á goymslu hjá bilasølu her á landi í meira enn eitt ár, verður virðisavgjaldið lækkað 10% fyri hvørt byrja ár, tó ongantíð meira enn 30%.

 


Meirvirðisgjald (MVG) og GATT-tollur

Umframt avgjøld við skráseting, skulu motorakfør í øllum førum rinda inngangandi MVG til TAKS. Er motorakfarið framleitt uttan fyri ES, skal harafturat rindast GATT-tollur.

 
 

Lógin fevnir um

 

Nýggj motorakfør

1.      Persónbilar M1

2.      Vørubilar N1

3.      Motorsúkklur

4.      Hýrubilar og skúlaakfør

5.      Neyðsendarakfør og líkvognar

6.      Smábussar til vinnuligan fólkaflutning M2

7.      Persónbilar M1 og smábussar M2 til ellis- og røktarheim

8.      Lastbilar við heildarvekt yvir 3.500 kg N2 og N3

9.      Bussar við heildarvekt yvir 5.000 kg M3

10.    Tjaldbilar (autocamparar)

11.    Elbilar og vetnisbilar

 

Innflutt brúkt motorakfør

12. Persónbilar M1 – skrásettir uttanlands minni enn 5 ár

13. Persónbilar M1 – skrásettir uttanlands í 5 ár ella longri

14. Motorsúkklur

15. Neyðsendarakfør og líkvognar

16. Smábussar M2 til vinnuligan fólkaflutning

17. Smábussar M2 og persónbilar M1 til ellis- og røktarheim

18. Lastbilar N2 og N3

19. Bussar M3

20. Tjaldbilar (autocamparar)