Smábussar M2, til vinnuligan fólkaflutning - § 7, stk. 1, nr. 3)

Smábussar M2 til 10 – 19 fólk, førarin íroknaður, sum eru góðkendir til vinnuligan ferðafólkaflutning, eru undantiknir virðisavgjaldi.

 

Treytir fyri skráseting av smábussi til vinnuligan ferðafólkaflutning:

 

Skrásetti eigarin skal hava:
 

  1. koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til buss (bólkur DV)
     

 

Dømi (CO2 útlát 254 g/km)

Fakturaprísur

     

kr.

351.403

           

CIF virði

     

kr.

 351.403

           

Virðisgjald

     

kr.

  0

           

CO2-avgjald: 254 g/km

         

>120 g        =

120 gram á 20 kr.

kr.

   2.400

   

121 - 140 g  =

20 gram á 200 kr.

kr.

  4.000

   

141 - 180 g  =

40 gram á 300 kr.

kr.

 12.000

   

<181 g

74 gram á 400 kr.

kr.

   29.600

kr.

 48.000

           

Burturbeiningargjald

     

kr.

   5.000

           

Í alt at gjalda

     

kr.

53.000

 

Verður smábussurin, sum er góðkendur til vinnuligan ferðafólkaflutning, skrásettur sum persónbilur til privata nýtslu, áðrenn 120 mánaðir eru gingnir frá skrásetingini sum smábussur, góðkendur til vinnuligan ferðafólkaflutning, verður virðisavgjaldið goldið, sbrt. § 3, lutfalsliga samsvarandi tíðini, sum restar í teimum 120 mánaðinum.