Krøv og reglur

Um at møta til sýn

Tá ið akfar verður boðað til sýn, hevur eigarin (nýtarin) skyldu at møta til ásettu tíð og á ásetta staði. Um hetta ikki liggur fyri, skal hann í góðari tíð frammanundan, tó í seinasta lagi dagin fyri, biðja um aðra sýnstíð. Um akfarið ikki er møtt frammanfyri innkoyringina til sýnshøllina til ásetta tíð, verður tað skrásett sum ikki møtt til sýn.
Sambært Ferðslulógini § 64 a og b, stk. 3 og § 64 c, stk. 4, er galdandi at um ikki verður møtt til ásettu skoðan, skal gjald verða goldið, ið er sama upphædd sum árliga gjaldið fyri tíðarvissa skoðanina.

Akfar sum er skrásett sum ikki møtt til sýn, fær síðan sendandi eina áminning við áheitan um at biðja sær nýggja tíð til sýn. Møtir akfarið framvegis ikki til sýn, verður málið latið løgregluni til tøku av nummarspjøldrunum.