Minst til plastkortið

Skalt tú út at ferðast? So er ikki nokk at hava talgilt koyrikort á telefonini. Eitt talgilt koyrikort lættir um her í Føroyum, har tað lýkur somu treytir sum fysiska kortið. Men talgilda koyrikortið kann tó ikki brúkast, tá ið tú fert at ferðast, so tá mást tú hava fysiska plastkortið við tær.

Tú kanst fáa eitt fysiskt koyrikort við skundviðgerð, sum tekur upp í 2 vikur. Ring ella skriva til okkara við fyrispurningi.