28.10.2021

436 mál um plátumiss latin løgregluni

Akstovan hevur 28.10.2021 latið politistøðunum kring landið 436 mál um vegskattaeftirstøður, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár 2021.

Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.

Øll tíðindi