Tá ið eitt ikki skrásett akfar skal skrásetast, skal tað fyrst sýnast av Akstovuni og vera góðkent áðrenn nummarspjøldur kunnu útflýggjast.
Tað er tí umráðandi at biðja um sýnstíð í góðari tíð frammanundan, soleiðis at sleppast kann undan óneyðugari bíðitíð.
Undir sýninum verður samleikin (skrokknummarið) á akfarinum kannað og samanborin við skjølini (skrásetingarskjal, flokksgóðkenning/góðkenningarváttan) hjá akfarinum. Somuleiðis verður kannað um akfarið lýkur galdandi krøv um tilgerð og útgerð, og at tað í allar mátar er í lógligum standi.
Um øll hesi viðurskifti eru í lagi, verður akfarið góðkent.
Um viðurskiftini ikki eru í lagi, verður akfarið biðið um at møta til umsýn.