Lýsing - § 6
Grundarlagið fyri at rokna avgjaldið á innfluttu motorakførunum er virðið á viðkomandi akfari, íroknað alla útgerð, sum tað hevði, tá tað kom spildurnýtt frá verksmiðjuni, ella við øðrum orðum, tað CIF-virðið, sum motorakfarið hevði havt, um tað í síni tíð hevði komið spildurnýtt frá verksmiðjuni um føroyskan kaikant.
Skjalprógv - § 22
Bilasøla, innflytari ella eigari hava skyldu at útvega Akstovuni skjalprógv fyri upprunavirðinum uppá skrokknummar frá framleiðara ella einum av framleiðaranum góðkendum umboði. Upprunavirðið skal gerast upp grundað á listaprís uttan avgjøld.
Sum skjalprógv fyri uppruna virðinum á viðkomandi akfari, verður góðtikið
Afturat uppruna virðinum verða lagdir flutningskostnaðir til Føroya, fyri at finna CIF-virðið.
Tey av framleiðaranum góðkendu umboð eru, søluumboð sum hava sáttmála við framleiðaran ella høvuðsumboð av viðkomandi merki, ella góðkendur serviceverkstaður sum hevur garanti- og serviceskyldur fyri viðkomandi merki mótvegis framleiðaranum ella einum av framleiðaranum góðkendum høvuðsumboði.
Akstovan kann móti gjaldi á 3.000 kr. útvega skjalprógv fyri upprunavirðinum uppá skrokknummar, frá einum av framleiðaranum góðkendum umboði ella frá framleiðara, um tað er møguligt.
Akstovan kann í serligum førum gera eina meting av upprunavirðinum.
Harafturat skulu hesi skjøl fyriliggja: