Eigaraskifti

Tá ið skrásett akfar skiftir eigara, hevur tann nýggi eigarin skyldu at boða tað til skrásetingar so skjótt sum til ber og ikki seinni enn 14 dagar eftir eigaraskiftið, um ikki akfarið verður strikað av skránni frammanundan. Í sambandi við eigaraskiftið, mæla vit nýggja eigaranum at kanna eftir, um akfarið skyldar vektgjald ella sýn, ella um onnur skuld er í akfarinum. Nýggi eigarin ábyrgist eisini fyri vektgjaldið í gjaldstíðarskeiðnum, um tað ikki er goldið, tá akfarið skiftir eigara. Um eigarin í samband við vektgjald, hevur GS-avtalu við peningastovnin, má nýggj avtala leggjast inn tá akfarið skiftir eigara.
 

Vanligt akfar
Tá ið akfar skiftir eigara, skal nýggi eigarin, áðrenn eigaraskiftið kann fara fram, venda sær til eitt av tryggingarfeløgunum fyri at tekna trygging. Síðan skal váttan um eigaraskifti undirskrivast av fyrrverandi eigara og latast Akstovuni saman við váttan um trygging. Um váttanin er útfylt á netinum, má hon printast út og undirskrivast av fyrrverandi eigara og síðani latast Akstovuni. Váttanin kann eisini sendast við telduposti til vattan@akstovan.fo og viðmerkja nummarplátuna í evni. Tað ber eisini til at gera eigaraskifti millum privatpersónar umvegis Vangan.

Serlig viðurskifti í samband við deyðsføll
Um eigaraskifti av akfari skal gerast, eftir at skrásetti eigari er deyður, skal váttan frá Skiftirættinum fyriliggja. Um eftirsitandi maki situr í óskiftum búgvi, ber til hjá eftirsitandi maka at skriva undir váttan um eigaraskifti, tá tað er vátta frá Skiftirættinum, at búgvið ikki verður skift. Um búgvi verður skift, kervst samtykki frá øllum arvingum. Tað kan gerast við eini felagsváttan, har allir arvingar skriva undir, ella um arvingarnir hava givið fulltrú til triðja part at avgreiða viðurskiftini sína vegna.

Hýru- og skúlavognar
Hýru- og skúlavognar, sum ikki hava rindað skrásetingargjald, kunnu ikki skifta eigara ella nýtslu áðrenn 20 mánaðir frá skráseting, uttan at rinda skrásetingargjald við umskráseting.


Neyðsendarakfør og líkvognar
Verður neyðsendarakfar ella líkvognur skrásettur til privata nýtslu, áðrenn 36 mánaðir eru gingnir frá skrásetingini sum neyðsendarakfar ella líkvognur, verður virðisavgjaldið og CO2-avgjaldið goldið, sbrt. §§ 3 ella 4 og § 9, stk. 1, nr. 2), lutfalsliga samsvarandi tíðini, sum restar í teimum 36 mánaðunum.
CO2 avgjaldið verður goldið sbrt. § 8, stk. 3.