Dátuverndarkunning

Á Akstovuni viðgera vit persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at útinna okkara myndugleikauppgávur. Í hesum sambandi savna og viðgera vit upplýsingar um teg. Í hesi dátuverndarkunning fær tú kunning um, hvussu Akstovan viðger persónsupplýsingar um teg, og hvørji rættindi tú hevur.

Ein «persónsupplýsing» er ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni. Tað kann vera talan um faktuellar upplýsingar (sum navn, bústaður, aldur, starv, inntøka, útbúgving), ein samanseting av slíkum upplýsingum, ella metingar knýttar at einum likamligum persóni. Persónsupplýsingar kunnu eisini vera knýttar at eini fyritøku, um talan er um einstaklingavirki ella partaeigarar í eini fyritøku.

Ábyrgd

At «viðgera» persónsupplýsingar er at nýta persónsupplýsingarnar. Viðgerð av persónsupplýsingum kann vera at savna,  at skráseta, at samkoyra, at goyma,  at lata víðari, at avhenda o.a. ella ein sameining av hesum, líkamikið um sameiningin er automatisk ella ei. Øll nýtsla av persónsupplýsingum kallast «viðgerð».

Tá ið Akstovan viðger persónsupplýsingar, er Akstovan «dátuábyrgdari». Hetta merkir, at Akstovan hevur ábyrgd og skyldur sambært dátuverndarlógini fyri teimum persónsupplýsingum, sum Akstovan hevur innsavnað.

Akstovan viðger allar upplýsingar á ein lógligan og tryggan hátt. Øll eiga at kenna seg heilt trygg við, at persónsupplýsingar verða væl vardar á Akstovuni.

Hví viðger Akstovan persónsupplýsingar?

Umframt at stíla fyri koyriroyndum, fremja akfarstøkniligar kanningar og vera øðrum myndugleikum til hjálpar í ferðslumálum situr Akstovan fyri akfarsskránni og koyrikortsskránni. Akstovan hevur eisini vegskattaumsitingina og umsitingina av skrásetingargjøldum um hendi.

Fyri at loysa omanfyrinevndu uppgávur er neyðugt hjá Akstovuni at viðgera persónsupplýsingar. Umframt omanfyrinevndu uppgávur, viðger Akstovan eisini ávísar persónsupplýsingar í sambandi við umsiting av stovninum, starvsfólkum, fakskipanum og heimasíðuni.

Persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar, tá ið tað er neyðugt fyri at Akstovan kann útinna sínar uppgávur sum almennur myndugleiki.  Til dømis er tað umráðandi at upplýsingarnar eru rættar, tá ið skattir, gjøld og avgjøld verða kravd inn. Persónsupplýsingar um teg eru eitt nú partur av okkara málsviðgerð, tá ið vit viðgera umsóknir um koyrikort, endurnýggjan av koyrikorti o.a. Harafturat verða upplýsingarnar viðgjørdar fyri at fáa málsviðgerðina skynsama og skjóta. Fyrisitingarrætturin er galdandi fyri almennar myndugleikar og tískil skal Akstovan eisini fylgja hesum reglum. Akstovan skrásetur allar upplýsingar, sum koma inn og hava týdning fyri eitt mál, í eitt mál.

Hvørjum lógum og reglum er Akstovan fevnd av?

Akstovan viðger persónsupplýsingar sambært ásetingunum í eitt nú

  • løgtingslóg um hýruvogn,
  • løgtingslóg um ferðslu,
  • løgtingslóg um vegskatt,
  • løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum og
  • løgtingslóg um vernd av persónsupplýsingum (Dátuverndarlógin).

Viðgerðarheimildin hjá Akstovuni til viðgerð av persónsupplýsingum er í høvuðsheitum:

  • Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 3, fyri at halda eina rættarliga skyldu (vanligar upplýsingar)
  • Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 5, fyri at útinna myndugleikauppgávur (vanligar upplýsingar)
  • Dátuverndarlógin § 12, stk. 1, nr. 2, um viðgerð, ið er heimilað í lóg og § 13, stk. 1 og stk. 2, nr. 3, um revsiverd viðurskifti (viðkvæmar upplýsingar)
  • Upplýsingar um persónstøl verða viðgjørdar eftir Dátuverndarlógini § 16, stk. 1.

Hvussu fær Akstovan persónsupplýsingar?

Akstovan viðger upplýsingar frá skrásetta sjálvum. Hetta kunnu vera upplýsingar, sum tú sjálv/ur hevur givið Akstovuni. Talan kann eisini vera um upplýsingar, sum tú hevur sent okkum eitt nú í sambandi við skráseting av tínum akfari. Akstovan kann eisini viðgera upplýsingar um teg, sum vit fáa frá øðrum einstaklingum, myndugleikum, stovnum og fyritøkum.

Akstovan hevur heimild til at fáa allar neyðugar upplýsingar frá TAKS til viðgerð av málum eftir løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum.

Harafturat viðger Akstovan upplýsingar í sambandi við vanliga fyrisitingarliga viðgerð og umsiting av starvsfólkum.

Hvørjar persónsupplýsingar viðger Akstovan?

Akstovan viðger vanligar persónsupplýsingar sum navn, bústað, p-tal, skrásetingarnummar, skrokkummar, teldupost, telefonnummar og fíggjarligar upplýsingar (t.d. kortupplýsingar í sambandi við gjald av rokning/skuld o.s.fr.).

Akstovan viðger eisini viðkvæmar persónsupplýsingar, sum viðkvíkja likamligu ella sálarligu heilsuni hjá einum persóni, sum geva upplýsingar um heilsustøðuna hjá viðkomandi. Eitt dømi um hetta kann vera í sambandi við endurnýggjan av koyrikorti vegna heilsuviðurskiftum.

Í ávísum førum viðger Akstovan persónsupplýsingar um revsiverd viðurskifti. Persónsupplýsingar um revsiverd viðurskifti verða einans viðgjørdar, um tað er neyðugt í sambandi við eitt eftirlitsmál ella sum fyrireiking í einum revsimáli.

Hvør hevur atgongd til persónsupplýsingar?

Starvsfólk á Akstovuni hava atgongd til tær upplýsingar, ið tørvur er á til at útinna myndugleikauppgávurnar hjá Akstovuni. 

Hvussu verjir Akstovan persónsupplýsingar?

Starvsfólk á Akstovuni hava undir ábyrgd í borgarligari revsilóg tagnarskyldu um viðurskifti um einstaklingar, feløg, fyritøkur og stovnar, sum tey í starvi sínum fáa kunnleika um, bæði meðan tey arbeiða fyri Akstovuna og eftir, at tey eru farin úr arbeiðinum. Sama er galdandi fyri hjálparfólk og onnur, sum starvast fyri Akstovuna.

Hvørjum letur Akstovan persónsupplýsingar?

Akstovan letur upplýsingar víðari til aðrar almennar myndugleikar sum liður í okkara myndugleikaútinnan.

Akstovan letur einans persónsupplýsingar víðari, um móttakarin av upplýsingunum hevur veitt prógv fyri, at viðkomandi hevur heimild til at viðgera upplýsingarnar eftir Dátuverndarlógini. 

Akstovan hvørki letur víðari ella almannakunnger upplýsingar, sum kunnu knýtast at einstaklingi ella fyritøku, og meginreglan er, at upplýsingar einans verða brúktar til hagtalsendamál.

Triðipartur, sum fær útflýggjað persónsupplýsingar um teg, hevur skyldu til at kunna teg um, at viðkomandi viðgerð persónsupplýsingar um teg. 

Í einstøkum førum kunnu veitarar av skipanum og tøkniligum loysnum hava atgongd til upplýsingar, t.d. í samband við support ella dagføringar. Hesi verða øll áløgd somu strongu tagnarskyldu sum starvsfólkini á Akstovuni, og í teimum einstøku førum at veitarar eru at meta sum «dátuviðgerar», verður serstøk viðgerðaravtala gjørd, ið inniheldur somu ásetingar um tagnarskyldu.

Hvussu leingi goymir Akstovan persónsupplýsingar?

Akstovan hevur sambært fyrisitingarrætti, skjalasavnslóggávu o.ø. skyldu til at verðveita upplýsingar í málum fyri at skjalfesta málsviðgerðina. Tá ið Akstovan ikki longur hevur tørv á persónsupplýsingunum, verða upplýsingarnar avhendaðar til Tjóðskjalasavnið, sbrt. løgtingslóg um skjalasøvn.

Upplýsingar, ið verða savnaðar til hagtalsframleiðslu, verða ikki strikaðar. Orsøkin er, at hagtøl vísa rák og broytingar yvir tíð. Tá tørvur ikki er á upplýsingum longur, verða upplýsingarnar avhendaðar til Tjóðskjalasavnið.

Tíni rættindi

Sambært Dátuverndarlógini, kap. 4, hevur tú ávís rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Tú hevur eitt nú rætt til kunning um endamálið við viðgerðini. Um tú ynskir at útinna hesi rættindi, skalt tú seta teg í samband við Akstovuna.

Rætturin til innlit

Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar persónsupplýsingar Akstovan hevur um teg.

Rætturin til at taka samtykki aftur

Um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at taka samtykkið aftur. Tá ið tú tekur samtykkið aftur, steðga vit viðgerðini av teimum persónsupplýsingum, sum var grundað á samtykkið.

Rætturin til rætting

Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónsupplýsingar, sum eru rangar ella villeiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um  teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjaðar.

Rætturin til striking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónsupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur Akstovuni rætt til at varðveita og viðgera persónsupplýsingarnar.

Rætturin til viðgerðaravmarking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Um treytirnar til viðgerðaravmarking eru loknar kunnu vit einans viðgera tínar persónsupplýsingar í serligum førum.

Rætturin til mótmæli

Tú kanst átala, at persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til at viðgera onnur lóglig endamál.

Rætturin til at móttaka ella fáa upplýsingar fluttar

Tú hevur í ávísum føri rætt til at fáa persónsupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði. Um tað er tøkniliga gjørligt, hevur tú eisini rætt til at persónsupplýsingar um teg, verða fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan.

Rætturin til at klaga

Um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum hevur altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið.

Tú finnur samskiftisupplýsingar hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo.

Um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki, hevur tú altíð rætt til at taka títt samtykki aftur og krevja, at upplýsingarnar verða strikaðar.

Tað er altíð møguligt at seta teg í samband við dátuverndarfólki hjá Akstovuni. Sí niðanfyri.

Samband við dátuverndarfólki hjá Akstovuni

Akstovan hevur tilnevnt dátuverndarfólk á Akstovuni. Tú kanst senda okkara dátuverndarfólkið ein teldupost á dpo@akstovan.fo.

Um tú hevur spurningar um dátuvernd á Akstovuni, ynskir kunning um hvussu Akstovan viðger persónsupplýsingar ella vilt fremja tíni rættindi sambært Dátuverndarlógini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við dátuverndarfólkið.