Ynskinummarspjøldur

Umsókn um ynskinummarspjøldur skal latast akfarskránni á einum serligum oyðiblað. Oyðublaðið skal vera undirskrivað persónliga av tí sum ynskir samansetingina ella undirskrivað sambært skrivliga fulltrú frá hesum. Fulltrúin skal viðleggjast. Saman við umsóknini skal umsøkjarin gjalda upphæddina fyri rættin til ynskinummarspjøldrini umframt upphæddina fyri nummarspjøldrini.

Eru fleiri umsóknir um somu samanseting, verður samansetingin latin tí, hvørs umsókn er latin inn fyrst.

Ynskinummarspjøldur skulu vera samansett av í minsta lagi 2 og í mesta lagi 6 føroyskum og/ella donskum bókstavum og/ella tølum. Samansetingar sum longu eru skrásettar kunnu ikki latast. Samansetingar mugu ikki vera ósømiligar ella kunna vera øðrum til ampa.

Lýkur umsøkjarin treytirnar at fáa rættin til at nýta ynskinummarspjøldur, ger og útflýggjar akfarsskráin nummarspjøldrini til viðkomandi. Útflýggjan av ynskinummarspjøldrum er treytað av, at tað akfarið, sum ætlanin er at seta ynskinummarspjøldrini á, verður fráboðað til skrásetingar.

Rætturin at nýta ynskinummarspjøldur kann ikki verða latin øðrum, og er galdandi í 8 ár frá útflýggjanini av nummarspjøldrunum. Rætturin kann leingjast móti gjaldi, sbr. ásetingar í ferðslulógini um gjøld. Umsókn um hetta skal vera lata inn áðrenn tíðarskeiðið, rætturin er galdandi fyri, er farið, tó í fyrsta lagi 3 mánaðir áðrenn.

Tann, sum hevur rættin til eina samanseting, kann, tá ynskinummarspjøldrini eru avmeldað, innan 1 ár aftaná avmeldingina av nummarspjøldrunum, bíleggja samansetingina til skráseting til sama eigara. Um bíleggingin verður gjørd seinni, er rætturin til samansetingina burturdottin.
Í førum, har hýruvognur við ynskinummarspjøldrum, sum er knýttur at bilstøð, verður seldur nýggjum eigara, sum hevur yvirtikið hýruvognsloyvi saman við hýruvogninum, og partarnir eru samdir um, at nýggi eigarin kann fáa loyvi at nýta somu samanseting av ynskinummari á hýruvogninum, eru treytirnar hesar:

 

  • ynskinummarspjøldur skulu latast Akstovuni og frámeldast,
  • tann sum eigur rættin til samansetingina av ynskinummarinum, má fráskriva sær rættin, sum hann eigur í 1 ár sbrt. § 49b, stk 2, í skrásetingarkunngerðini,
  • nýggi eigarin má søkja um rættin til samansetingina á umsóknaroyðublað um ynskinummarspjøldur,
  • nýggi eigarin rindar kr. 6.000.- fyri samansetingina av ynskinummarinum, sbrt. ferðslulógini § 64h, stk. 1, nr. 1, og eigur rættin til ynskinummarið í 8 ár, sbrt. § 49b, stk. 1, í skrásetingarkunngerðini, samstundis sum hann fær útflýggjað  ynskinummarspjøldrini móti gjaldi.
     

Ynskinummarspjøldur, sum eru bíløgd skulu verða avheintað í seinasta lagi 6 mánaðir eftir bíleggingina og áðrenn tíðarskeiðið, sum tey eru galdandi fyri, er farið. Við bíleggingina verður upphæddin fyri nummarspjøldur inngoldið. Útflýggjan av bíløgdum ynskinummarspjøldrum er treytað av, at tað akfarið, sum ætlanin er at seta ynskinummarspjøldrini á, verður fráboðað til skrásetingar.

Gjaldið fyri ynskinummarspjaldur er kr. 6000,-