09.04.2025

624 mál um plátumiss latin løgregluni

Akstovan hevur 08.04.2025 latið politistøðunum kring landið 624 mál um eftirstøður í veg- og umhvørvisgjaldi, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið veg- og umhvørvisgjald fyri fyrra hálvár 2025.

Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri at veg- og umhvørvisgjaldið er goldið tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.

Øll tíðindi