05.04.2022

692 mál um plátumiss latin løgregluni

Akstovan hevur 05.04.2022 latið politistøðunum kring landið 692 mál um vegskattaeftirstøður, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár 2022.

Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.

Øll tíðindi