Tá ið koyrt verður við viðfestivognum og húsvognum er umráðandi at eftirkanna um samansetingin av bili og vogni lýkur lógarinnar krøv og hvørji krøv eru til koyrikort hjá førara.
Tá ið talan er um krøv til akførini, er galdandi sambært kunngerð nr. 94, frá 21.09.2012, um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum:
§1, Stk. 4. Breiddin á skrásetingarskyldugum viðfestiakfari til bil má ikki fara upp um breiddina á dragandi akfarinum við meira enn 0,35 m í hvørjari síðu.
Í hesum sambandi kann nevnast at spegl o. líkn. ikki skulu roknast við upp í breiddina á bilinum.
Sambært § 22 er galdandi:
Fyri viðfestiakfar, sum verður drigið av bili við loyvdari heildarvekt, sum ikki er størri enn 3.500 kg, má veruliga heildarvektin, fyri leguvogn og viðfestiakfar við stívum dragiarmi, tó samlaða veruliga ástrýstið, ikki vera størri enn:
1) loyvdu heildarvektina á dragandi bilinum, um viðfestiakfarið er útgjørt við økubremsu, og
2) 50 % av tænastuvektini á dragandi bilinum, um viðfestiakfarið ikki er útgjørt við økubremsu.
Stk. 2. Á viðfestiakfari, sum er útgjørt við økubremsu og verður drigið av lendisfarandi bili, sambært allýsing í stakfyriskipanunum, er hægst loyvda heildarvektin sbr. stk. 1, nr. 1, tó 1,5 ferðir loyvdu heildarvektina á dragandi bilinum. Loyvda heildarvektin á viðfestiakfarinum, fyri leguvogn og viðfestiakfar við stívum dragiarmi, tó samlaða ástrýstið, má ikki fara upp um 3.500 kg.
Kunngerðin nevnir hvat í mesta lagi kann vera loyvt at draga við bili.
Tað er tó ongantíð loyvt at draga meiri enn koplingsváttanin hjá bilinum loyvir.
Tá ið talan er um krøv til føraran, er kravið sambært kunngerð nr. 112, frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru, sum seinast broytt við kunngerð nr. 83 frá 1. juli 2014:
§ 7. Koyrikort til bólk B (vanligan bil) gevur rætt at koyra:
1) Persónbil við í mesta lagi 8 sessum, umframt førarasessin og hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 3.500 kg.
2) Vørubil, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 3.500 kg.
3) Vognrað, sett saman av persón- ella vørubili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 750 kg.
4) Vognrað, sett saman av persón- ella vørubili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 750 kg. Samlaða loyvda heildarvektin á vognraðnum kann ikki vera meira enn 3.500 kg, og loyvda heildarvektin á viðfestisakfarinum kann ikki vera meira enn eginvektin á bilinum við ískoyti av 50 kg. Við áseting av samlaðu loyvdu heildarvektini fyri vognraðið og loyvdu heildarvektini fyri viðfestisakfarið, sbr. 2. pkt., verður antin skrásetta heildarvektin á viðfestisakfarinum ella ein møguliga lægri ásett heildarvekt í skrásetingargrundarlagnum hjá bilinum nýtt.
Vert er at leggja til merkis at 2 treytir skulu lúkast fyri at koyra við vognraðnum:
1. Samlaða heildarvektin skal í mesta lagi vera 3500 kg og
2. Loyvda heildarvektin á vogninum má ikki vera størri enn eginvektin á dragandi bilinum + 50 kg.
Um hesar báðar treytir ikki eru uppfylltar, er minstakravið at førarin hevur B/E koyrikort.