Royndarspjøldur

Bráfeingis ella hissini koyring við skrásetingarskyldugum akførum, sum ikki eru skrásett, er loyvd, tá ið givið verður gætur eftir niðanfyri nevndu reglum, soleiðis at akfarið í staðin fyri vanlig nummarspjøldur fær royndarspjøldur.

Royndarspjøldur kunnu verða lænt fyri longri tíð (føst spjøldur) ella fyri styttri tíð (leys spjøldur).

Koyring við royndarspjøldrum er bert loyvd í niðanfyri nevndu førum:

a)    Roynd og stilling av nýggjum akførum ella koyriroynd vegna umvæling av akførum, harafturímóti ikki tilkoyring av nýggjum ella umvældum akførum.

b)   Tá ið akfar verður sýnt fram ella roynt vegna sølu. Akfarið má ikki samstundis havast til aðra nýtslu so sum aðra koyring fyri virkið. Heldur ikki má akfarið samstundis verða nýtt til vanliga stuttleikakoyring ella til farmaflutning út um tað, ið neyðugt er til at sýna tað fram, og tað má ikki lænast møguligum keyparum til sjálvstøðugt at royna akfarið. Keyparin, næstingar hansara og fólk, ið eru keyparanum til hjálpar við at meta um akfarið, kunnu stýra tí, tá ið seljarin ella umboð hansara eru í akfarinum. Sýningar- og royndarkoyring má bert fara fram eftir áheitan í hvørjum einstøkum føri frá møguligum keypara av akfari av sama slagi; hetta geldur tó ikki framsýning fyri sølumenn.

c)    Tá ið farið verður eftir akfari, ella tað verður latið aftur vegna umvæling ella latið út vegna sølu.

d)   Koyring, ið neyðug er í sambandi við skráseting ella góðkenning av akfarinum.

e)    Flutningur av akfarinum til annan sølumann, annan sølu- ella framsýningarstað ella aðra goymslu.

f)    Koyring í sambandi við upp- ella innskipan av akfari, sum kemur ella fer sum farmur.

 Koyring við royndarspjøldrum er ikki loyvd í tíðini millum kl. 18.00 og kl. 06.00 og heldur ikki sunnudagar ella halgidagar fólkakirkjunnar.